Handilstreytir
VØRUÚTBERING
Posta avheintar pakkar hvønn gerðandisdag millum kl. 11-14 og verða teir sendir á posthúsið sama dag. Flutningur er millum 1-3 gerandisdagar.
Eisini ber til at avheinta pakkan í Lítla Luks - Tað gert tú við at koyra flugubein í "avheinta" við "útbering", og tað er ÓKEYPIS.
Flutningskostnaður 75kr við Posta.
UMBÝTINGARRÆTTUR
Við kvittan, prógvi ella umbýtingarmerki, kann vøran býtast um innan 12 dagar. Hetta treytað av, at vørran er í sama standi, sum tá hon var keypt. Um ein hevur keypt skeivt og ynskir at lata vøruna inn aftur, verður tilgóðarseðil latin.
REKLAMATIÓN – ER VØRAN IKKI Í RØTTUM STANDI
Tú hevur tvey ára reklamatiónsrætt á vøruna í samband við danska keypslógina.
Er villa í vøruni, verður tú biðin um at senda pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja 263302, ella senda teldupost til litla@luks.fo
Tú kanst eisini koma í handilin hjá Lítla Luks og boða frá reklamatiónini.
Reklamatiónsrættindi eru galdandi fyri allar feilir. Her skal tó sigast frá skjótast til ber, aftaná vøran er móttikin. Hægst tveir mánaðir.
Fyrivarni
Fyrivarni skal takast fyri prís og lagurvillum
GJALDING
Tú kanst gjalda við gjaldskortum á nethandlinum. Ongin sær hetta, og tað 100% trygt at keypa frá okkum.
Vit taka í móti fylgjandi kortum:
-
Dankort
-
Visa
-
Visa - Dankort
-
MasterCard
-
Visa Electron
Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).
Útfyllur tú ikki hesi, kann lítlaluks.fo ikki fremja tíni keyp. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verður tikin av tíni konto, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur, kann feilur verða í upplýstu teldupostadressu. Set teg tá í samband við litla@luks.fo ella +298 918161